Frá vinstru Gregorio Paltrinieri, Mads Glæsner og Pál Joensen við teirra heiðursmerkjum eftir 1500 metrar frí í Istanbul 2012 (Mynd: EPA/Valdrin Xhemaj)

Pál Joensen frá bronsu til silvur og aftur til bronsu



Emil Lisberg Jacobsen

04.02.2014 - 22:07

Sportal > Ítróttur > Svimjing

Danski svimjarin Mads Glæsner hevur fingið viðhald í eini kæru til altjóða ítróttadómstólin CAS, har hann kærdi, at hann misti sítt gullmerki í 1500 metra frísvimjing í HM í Istanbul 16. desember 2012. Sostatt fær Glæsner sítt gullmerki fyri sigurin í hesi kappingini aftur.

Tað merkir samstundis, at Pál Joensen ”bert” fær bronsu í hesi kappingini. Pál Joensen bleiv nummar trý, men tá dopingroyndin, sum varð tikin av Mads Glæsner tveir dagar áðrenn kappingina í 1500 metrum, vísti seg at vera positiv, misti danski svimjarin sigurin og heiðursmerkið, og italski Gregorio Paltrinieri, sum bleiv nummar tvey, vann í staðin kappingina og gullið, og Pál Joensen flutti eisini eitt pláss upp og fekk silvur í staðin fyri bronsu.

Men nú hevur CAS givið Mads Glæsner viðhald, tí ein onnur dopingroynd, sum varð tikin av Glæsner aftan á kappingina í 1500 metrum, var negativ.


Glæsner missir bronsuna

Hinvegin fekk Mads Glæsner ikki viðhald frá CAS í kæruni í sambandi við kappingina í 400 metra frí 14. desember, tveir dagar áðrenn kappingina í 1500 metra frí. Glæsner vann bronsu á 400 metrum, og tað var eftir hesa kappingina, at tann positiva dopingroyndin varð tikin.

Mads Glæsner missir tí HM-bronsuna í 400 metra frí, men varðveitir HM-gullið í 1500 metra frí, staðfestir CAS.