Wozniacki ivast í venjaranum

Deil á Facebook
Týsdagur 25. oktober 2011 - 08:35

Caroline Wozniacki spælir í kvøld sín fyrsta dyst í seinastu kappingini á árinum, WTA Championships.

Í gjár hevði hon tíðindafund í samband við kappingina, og aftur her fekk hon spurningin um venjarastøðuna. Tað eru nú einir tveir mánaðir síðani hon koyrdi pápa sín sum venjara fyri síðani at seta hann aftur.

Síðani hetta hevur ein venjari vant hana umvegis video – ein venjari, hvørs navn framvegis verður hildið loyniligt.

Eg haldi, at eg fari at royna okkurt nýtt í vetrarsteðginum, men eg veit ikki, hvussu tað heila endar, so eg kann ikki siga so nógv, segði Caroline Wozniacki á tíðindafundinum


Leo Poulsen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Súkklukapping verður leygardagin...

Tórshavnar Súkklufelag skipar leygardagin fyri súkklukapping, sum eftir góða undirtøku…

Nú rennur Bjørk…

Nú leygardagin fer Bjørk Herup Olsen at luttaka í NM-kapping…

Jógvan Isaksen koyrdi…

Fyrra helvt av føroyameistarakappingini í Go-Kart fyri virkir, Føroya Tele…