Wozniacki í fjórðingsfinaluni

Deil á Facebook
Hósdagur 6. oktober 2011 - 17:44

Tað kom sum ein skelkur, tá estiska Kaia Kanepi í síðstu viku við eina kapping í Tokyo vann á heimseittaranum, donsku Caroline Wozniacki. Og í dag møttust tær aftur í Bejing Open, ein kapping, har danir verjir sítt heiti frá í fjør.

Og hóast Wozniacki hevði sítt baks í dystinum, so megnaði hon at fáa »revansju«.

Eftir ein sigur á 6-3, 7-6 (7-3) er danin nú í fjórðingsfinaluni, har hon skal møta italsku Flavia Penetta.

Í fyrra setti breyt Wozniacki einaferð til 5-3, og so kundi hon serva settið heim. Í seinna setti fylgdust leikararnir heilt fram til 6-6, men so vann heimseittarin javnbrótaran við 7-3.

Caroline Wozniacki hevur møtt Flavia Penetta fimm ferðir áður, og støðan er 5-0 til danan.


Leo Poulsen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Súkklukapping verður leygardagin...

Tórshavnar Súkklufelag skipar leygardagin fyri súkklukapping, sum eftir góða undirtøku…

Nú rennur Bjørk…

Nú leygardagin fer Bjørk Herup Olsen at luttaka í NM-kapping…

Jógvan Isaksen koyrdi…

Fyrra helvt av føroyameistarakappingini í Go-Kart fyri virkir, Føroya Tele…