Tróndur Arge
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Føroyska landsliðið skal í kvøld venja á AWD-leikvøllinum í Hannover. Undan venjingini verður ein tíðindafundur og sum skilst, so er áhugin fyri Lars Olsen og onkrum av føroysku leikarunum stórur.
Týski áhugin fyri Lars Olsen kemur millum annað av tí, at tað var hann, sum lyfti EM steypið í 1992. Tað var eftir at Danmark hevði vunnið finaluna móti júst Týsklandi.
Leikararnir hava verið til eina lætta venjing í morgun. Stemningurin á gistingarhúsinum hjá landsliðnum var avslappaður, tá portalurin var á vitjan á middegi.
Mynd: Hans Erik Danielsen, miðlamaður hjá FSF, og Súni Olsen
»Føroyar spæla vinardyst í Reykjavík
»Fótbóltslandsliðið venjingardyst í móti Íslandi
»- Vit skulu hava stýr upp á verjuna
»Føroyska liðið kostar 7,5 milliónir krónur
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|---|
| 1 | KÍF | 24 | 709 | 560 | 149 | 39 |
| 2 | H71 | 24 | 641 | 574 | 67 | 33 |
| 3 | VÍF | 24 | 692 | 621 | 71 | 30 |
| 4 | StÍF | 24 | 598 | 570 | 28 | 25 |
| 5 | Kyndil | 24 | 619 | 618 | 1 | 24 |
| 6 | Neistin | 24 | 583 | 626 | -43 | 17 |
| 7 | Team Klaksvík | 24 | 520 | 793 | -273 | 0 |
Næsta grein: Føroyingar møtast í Brauhaus