Ukraina og Frakland í gongd aftur eftir søguliga avblásing

Tróndur Arge
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

sportal.fo » EM 2012
Fríggjadagur 15. juni 2012 - 17:16

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein dystur í einum EM endaspæli avblástur vegna veður. Tað hendi tá hollendski dómarin, Bjorn Kuipers, aftaná fýra og ein hálvan minutt valdi at fyribils avblása dystin, tí tað fór at regna so illa. Klokkan 18.02 var dysturin tikin uppaftur.

17:04: Toran slær og tað regnar av grimd í Ukraina í løtuni. Tað regnar so illa, at dómarin hevur fyribils valt at avblása dystin. Dysturin var bara fýra minuttir gamal, tá dómarin, Bjorn Kuipers úr Hollandi valdi at fyribils avblása dystin.

Sjónvarpsmyndirnar vísa ein meiri enn hálvtóman leikvøll í Donetsk, meðan tey, ið eru eftir á leikvøllinum, tykjast hugna sær óført í regninum.

Sambært DR1, so verður dysturin í fyrsta lagi bríkslaður í gongd aftur klokkan 18.00. Men tað inniber, at veðrið batna.

17:52: UEFA boðar frá, at dysturin byrjar aftur klokkan 18:00.

Dómarin er nú komin á vøllin og kannar umstøðurnar. Tað er ósannlíkt, at dysturin byrjar klokkan 18:00, men helst nakað seinni um dómarin velur at siga at dysturin kann halda fram. Eisini eru nakrir leikarar komnir á vøllin og spæla bóltin eitt sindur runt.

18:02: Dysturin er bríkslaður í gongd aftur.



Hondbóldur Atlantic Airways Deildin
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 24 709 560 149 39
2 H71 24 641 574 67 33
3 VÍF 24 692 621 71 30
4 StÍF 24 598 570 28 25
5 Kyndil 24 619 618 1 24
6 Neistin 24 583 626 -43 17
7 Team Klaksvík 24 520 793 -273 0