Udsen á blettinum í Danmark

Deil á Facebook
Mikudagur 1. februar 2012 - 20:11

Føroyski landsliðsleikarin Daniel Udsen, sum beyð EB/Streymi og føroyskum fótbólti farvæl eftir kappingarlok í fjør, ger nú vart við seg í donskum fótbólti. Meðan fyrrverandi liðfelagar hansara í EB/Streymi so ruddiliga vórðu settir upp á pláss av HB í venjingardysti um vikuskifti, tá teir taptu 4-1 í Gundadali, sær út til at hepnast betri hjá Udsen í Danmark.

Hann hevur gjørt sáttmála við Elite 3000 í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, og hesir vunnu 1-6 á B1903 í gjár. Udsen gjørdi fimta málið í dystinum, tá hann skoraði til 1-4.

Elite 3000 liggur nummar níggju í 2. division Øst, eitt stig frammanfyri Vanløse, sum hann áður umboðaði, og Fremad Amager, sum fleiri føroyingar munnu bera kenslu við.


Rólant Waag Dam
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Claudemir avgjørdi donsku…

FCK er danskur steypavinnari. Hetta gjørdist greitt í kvøld, tá…

Hesin verður helst…

Bretskir fjølmiðlar skriva í dag, at Liverpool hevur biðið um…

Danska steypafinalan er…

FCK og AC Horsens hittast í dag kl.17 í donsku…