Týskland kann vinna sín landsliðssigur nummar 500 í annaðkvøld

Heri Simonsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

sportal.fo » Fótbóltur
Hósdagur 6. september 2012 - 23:12

Tíverri fyri føroyingar, so hevur tað sterka týska landsliðið fingið eina eyka motivasjón til at knógva føroyska landsliðnum á AWD leikvøllinum í Hannover í annaðkvøld klokkan 19.45 føroyska tíð.

5. apríl í 1908 spældi Týskland sín fyrsta skrásetta dyst ímóti Sveis í Basel í Sveis. Dysturin endaði 5-3 til Sveis. Á myndini sæst tað týska landsliðið, sum spældi tann fyrsta A-landsdystin ímóti Sveis.

Síðani 5. apríl í 1908 hevur týska/vesturtýska A-landsliðið í fótbólti spælt 864 A-landsdystir. Týska A-landsliðið hevur tapt 191 av hesum 864 landsdystunum. Teir hava spælt 174 javnleikir, meðan teir hava vunnið 499 sigrar í teimum 864 landsdystunum.

Aftaná at hava kiksað sigur nummar 500 í EM-hálvfinaluni ímóti Italia (1-2) og í vinardysti ímóti Argentina tann 16. august (1-3) er kravið frá týska fótbóltsalmenninginum og tí týsku pressuni, at týska landsliðið vinnur sigur nummar 500 ímóti Føroyum í annaðkvøld.

Hannover hevur stórt sæð verið ein eydnuvøllur hjá tí týska A-landsliðnum. Ì 25 A-landsdystum í Hannover hevur Týskland vunnið 19 av teimum 25 dystunum. Tríggir eru endaðir við javnleiki, og tríggir eru endaðir við tapi til Týskland. Seinasta tapið hjá Týsklandi í Hannover var eitt 0-2 tap ímóti Ìrlandi tann 29. mai í 1994.

So er spurningurin um tað føroyska A-landsliðið megnar at forða týska A-landsliðnum at vinna sigur nummar 500 í annaðkvøld?



Hondbóldur Atlantic Airways Deildin
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 24 709 560 149 39
2 H71 24 641 574 67 33
3 VÍF 24 692 621 71 30
4 StÍF 24 598 570 28 25
5 Kyndil 24 619 618 1 24
6 Neistin 24 583 626 -43 17
7 Team Klaksvík 24 520 793 -273 0


 

Næsta grein: Steinar Ege givin