Treytaleys umbering frá Tevez

Deil á Facebook
Mikudagur 22. februar 2012 - 08:15

Tað er nú líkt til at seinasti kapittulin í framhaldssøguni um Manchester City og Carlos Tevez er skrivaður. Fyrrverandi liðskiparin hevur biðið Manchester City um treytaleysa umbering. Spurningurin er nú um tað er ov seint ella um Carlos Tevez verður at síggja í eini Manchester City troyggju aftur?

- Eg vil gjarna biðja um eina treytaleysa umbering til tey, sum eg havi svikið seinastu mánaðirnir. Mítt ynski er at hugsa um fótbólt og Manchester City aftur, skrivar Carlos Tevez í einum stuttum tíðindaskrivi.

Carlos Tevez gjørdist óklárur við Manchester City í septembur mánaði í fjør, tá hann at síggja til ikki vildi hita upp í dystinum móti Bayern Munchen. Stutt eftir fór Carols Tevez uttan loyvi frá Manchester City til Argentina, har hann hevur verið seinastu tríggjar mánaðirnar.

27-ára gamli framherjin hevur verið settur í samband við feløg sum AC Milan, Inter Milan og PSG, men Manchester City hevur ikki vilja selt hann bíliga. Hann hevur somuleiðis fyri eina bót frá felagnum áljóðandi seks vikurs løn, sum er áleið 12 milliónir krónur. Carlos Tevez hevur kært bótina, men hevur í dag tikið kæruna aftur.

Nú er spurningurin um Manchester City og Roberto Mancini fyrigeva Carols Tevez.


Tróndur Arge
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Claudemir avgjørdi donsku…

FCK er danskur steypavinnari. Hetta gjørdist greitt í kvøld, tá…

Hesin verður helst…

Bretskir fjølmiðlar skriva í dag, at Liverpool hevur biðið um…

Danska steypafinalan er…

FCK og AC Horsens hittast í dag kl.17 í donsku…