Spælari úr AB í Danmark til ÍF

Deil á Facebook
Fríggjadagur 3. februar 2012 - 09:09

ÍF skrivaði í gjárkvøldið ein eitt ára sáttmála við 21 ára gamla Thomas Asmussen, sum hevur umboðað AB – Akademisk Boldklub – í Danmark undanfarin ár.

- Thomas Asmussen er ein offensivur miðvallari við framúr góðum fótbóltsevnum, og ÍF venjarin, Flemming Christensen, væntar sær sera nógv av unga dananum, sum hann hevur havt sum leikara, tá hann var venjari hjá AB, skrivar ÍF á heimasíðuni.

Thomas Asmussen kemur til Føroya mánadagin.


Eirikur Lindenskov
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Fáa fýra ferðir…

Fíggjarliga loysir tað seg væl at skipa fyri stórum ítróttarkappingum…

FM í fimleiki…

Í dag klokkan 16 verður føroymeistarakapping fyri gentur, kvinnuunglingar og…

Tóku 12 dopingroyndir…

Í fjør vórðu 12 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum.…