Sjey føroyskir rógvarar til HM

Deil á Facebook
Leygardagur 14. januar 2012 - 19:31

Róðrarsamband Føroya skipaði seinnapartin fyri úttøkukapping til HM í inniróðri í Boston seinni í ár.

Undan kappingini hevði RSF sett eina kravtíð á, sum svaraði til at rógvarin skuldi rógva seg millum 25 teir fremstu sambært tíðunum til seinasta HM.

Rógvararnir, ið kvalifiseraðu seg til kappingina, gjørdust hesir:

Sverri Sandberg Nielsen við tíðini 6.02.2  U23
Hallur Nattestad við tíðini 6.47.0 Junior Men Light
Dánjal Martin Hofgaard við tíðini 6.19.3 U23 Light
Annetta C. Eidesgaard við tíðini 7.14.3 U23
Sarita Kristina Hansen við tíðini 7.43.6 Open Women Light
Jógvan Sofus Vilhelmsen við tíðini 6.20.5 Master 30-39 Heavy
Øssur Hansen við tíðini 6.52.8 Master 30-39 Light

Teir sleppa tískil til HM í Boston 19. februar Ferðaleiðarar á túrinum verða Martin Simonsen og Paula Eikhólm.


Pætur Albinus
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Jan Ottosen skiftir…

Jan Ottosen, sum seinastu árini hevur ført hondbóltsfelagið KÍF í…

Stórur spenningur í…

Longu í fyrsta umfari í fjør var ábending um, at…

Torstein vann norðurlendska…

15 ára gamli Torstein Brattaberg úr Vestmanna vann í gjár…