Síðsta stráðið hjá B36 í Streymnesi

Jóannes Hansen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 1

sportal.fo » Fótbóltur
Sunnudagur 22. juli 2012 - 12:30

Skal tað vera stríð um atgongdina til altjóða avbjóðingar og møguliga heiðursmerkir, ella skal tað fara at snúgva seg um at enda í ovaru hálvu. Tað er spurningurin, nú meistararnir í B36 skulu vitja við Margáir, har toppliðið EB/Streymur bíðar.
-Hóast vit ikki spældu okkum víðari í europeisku kappingini, so bóru avrikini vónir við sær um, at tað nú skal fara at ganga betri, og vit hava góðar vónir, sigur B36 miðvallarin Atli Danielsen.
Serliga hugaligt var tað í europeisku kappingini, at miðverjarnir á meistaraliðnum í fjør, Odmar Færø og Jonas Flindt Rasmussen, eru aftur á liðnum og í somu styrki sum í fjør.
Heini í Skorini er skaddur, og Klæmint Matras hevur ikki vant síðani stutta summarsteðgin. Tað kann væl vera, at hann ikki fer at spæla aftur.
Í EB/Streymi eru Marni Djurhuus, Egil á Bø og Pætur Dam Jacobsen tøkir aftur eftir langan skaðasteðg. Á útivølli í europeisku kappingini var tað dyggur smeitur, at Arnbjørn Hansen var so mikið skaddur, at hann ikki var førur fyri at spæla, og toppskjúttin er framvegis skaddur.
-Vit hava fótað okkum eftir stóra vónbrotið, sum tað var við 2-0 tapi at fara úr europeisku kappingini upp á útivallarmál. Tað verður altíð øðrvísi, tá ið Arnbjørn ikki er við. Vit hava fleiri møguleikar fyri aðrari loysn. Tað er týdningarmikið, at álopsparturin fæst at rigga soleiðis, at vit kunnu varðveita bóltin frammarlaga á vøllinum, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.
Teir í Sundalagnum hava ikki hildið summarfrí. Stóri spurningurin er, hvussu væl royndu menninir eru fyri, sum leingi hava verið skaddir. Tað fæst at síggja sunnudagin.
-Teir vunnu fyrr í ár 2-1 ímóti okkum, hóast Arnbjørn og Gert ikki vóru við, og hóast Pauli noyddist av vøllinum longu í 1. hálvleiki. Tað sigur okkum, at teir hava nógv at taka av, og at avbjóðingin hjá okkum verður stór undir øllum umstøðum, men vit trúgva upp á tað. Takið er at fáa avrikið at líkjast tí, sum vit vístu í europeisku dystunum í summar, heldur Atli Danielsen hjá B36.



Hondbóldur Atlantic Airways Deildin
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 24 709 560 149 39
2 H71 24 641 574 67 33
3 VÍF 24 692 621 71 30
4 StÍF 24 598 570 28 25
5 Kyndil 24 619 618 1 24
6 Neistin 24 583 626 -43 17
7 Team Klaksvík 24 520 793 -273 0


 

Næsta grein: KÍ er topplið