Sett fótbóltsflokk á stovn

Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 21

sportal.fo » Fótbóltur
Týsdagur 21. august 2012 - 13:20

Sum eina royndarverkætlan hevur Tórshavnar kommunuskúli sett á stovn ein fótbóltsflokk.

Tankin er upprunaliga komin frá U17 landsliðsvenjaranum, Áka Johansen, og tá hann orðaði hetta fyri Hanus Joensen, skúlastjóra í Kommunuskúlanum, fangaði hann hugskotið beinanvegin.

- Hetta er eitt royndarár, so teir, sum eru við í flokkinum, eru dreingir, sum venjarar kring landið hava eggjað til at søkja. Talan er um einar 24-25 dreingir, so hesaferð hevur ikki verið talan um nakra útveljan, sigur Áki Johansen.

Tað er gott fólk rundan um nýggja fótbóltsflokkin, og dagligu venjingina kemur Jan Dam at taka sær av. Jan Dam hevur í fleiri ár tikið sær av menningini av júst hesum aldursbólkinum, dreingir føddir 1997-98, hjá sjálvum FC Keypmannahavn.

Áki Johansen sigur, at ein orsøk til, at hetta er eitt so frálíkt hugskot, er, at dreingirnir nú koma at vera í skúla tríggjar tímar um morgunin, og síðani fara teir at venja í tveir tímar.

- Tá eru teir framvegis kropsliga frískir. Síðani fara teir aftur í skúla, til teir fara til hús seinnapartin, og hava tá nakrar tímar at hvíla í, áðrenn teir skulu venja við sínum heimliga felag, sigur Áki Johansen.

Jan Dam er lærari í Kommunuskúlanum, og tað er Petur Reinert eisini. Hann er flokslærari hjá fótbóltsflokkinum, sum av nógvum fótbóltskønum verður roknaður sum eitt frambrot innan føroyskan fótbólt.



Hondbóldur Atlantic Airways Deildin
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 24 709 560 149 39
2 H71 24 641 574 67 33
3 VÍF 24 692 621 71 30
4 StÍF 24 598 570 28 25
5 Kyndil 24 619 618 1 24
6 Neistin 24 583 626 -43 17
7 Team Klaksvík 24 520 793 -273 0


 

Næsta grein: Leggur nógv fyri