Danska tennisstjørnan Caroline Wozniacki er framvegis ovast á heimsstyrkilistanum, men fleiri serfrøðingar halda, at í dag er tann amerikanska Serena Williams heimsins besta. Tað kemur fram í einari kanning, sum Ekstrablaðið hevur gjørt.
Blaðið hevur spurt 12 leiðandi tíðindafólk og serfrøðingar úr ymsum londum, hvørjar fimm tær bestu tenniskvinnurnar eru júst nú. Átta svara, at tað er Serena Williams, tvey siga tað vera Caroline Wozniacki, og tvey halda, at tann belgiska Kim Clijsters er best.
Á fjórða plássi er Victoria Azarenka, sum er úr Hvítarusslandi.
Tórshavnar Súkklufelag skipar leygardagin fyri súkklukapping, sum eftir góða undirtøku…
Nú leygardagin fer Bjørk Herup Olsen at luttaka í NM-kapping…
Fyrra helvt av føroyameistarakappingini í Go-Kart fyri virkir, Føroya Tele…