Rooney burtur í summar

Leo Poulsen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 2

sportal.fo » Fótbóltur
Hósdagur 7. mars 2013 - 12:22

Ensku miðlarnir eru í dag á tremur við søgum um, at Alex Ferguson er til reiðar at selja Wayne Rooney í summar.

Heimasíðurnar hjá øllum teimum stóru bløðunum umrøða hesi tíðindi, sum stava ikki minst frá tí veruleika, at Rooney byrjaði á beinkinum í týdningarmikla Champions League dystinum móti Real Madrid á Old Trafford týskvøldið.

Nevnt verður, at Sir Alex Ferguson gerst meira og meira stúrin um konditiónina hjá Wayne Rooney, og tí er hann til reiðar at lurta eftir tilboðum fyri 35 milliónir pund metta áleyparan.

Men ensku miðlarnir skriva, at Rooney fer fyri nógv minni enn tað. Nakrir miðlar skriva, at fær Ferguson eitt boð á 20 milliónir pund, tekur hann av, aðrir miðlar nevna 25 milliónir pund.

The Sun skrivar, at Rooney kann fara fyri 25 milliónir pund, og tað er helmingurin av tí, Manchester United hevði fingið fyri áleyparan fyri 12 mðánaðum síðani.

Onkur miðil sigur seg vita, at Manchester City ikki longur er so áhugað í Rooney orsakað av øgiliga høgu lønini, sum skal vera 300.000 pund um vikuna - tað svarar til smáar 2,6 milliónir krónur.

Mett verður av ensku miðlunum, at Paris Saint Germain stendur fremst í køini at tryggja sær enska áleyparan.



Hondbóldur Atlantic Airways Deildin
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 24 709 560 149 39
2 H71 24 641 574 67 33
3 VÍF 24 692 621 71 30
4 StÍF 24 598 570 28 25
5 Kyndil 24 619 618 1 24
6 Neistin 24 583 626 -43 17
7 Team Klaksvík 24 520 793 -273 0