Rennari útihýstur fyri lívið

Deil á Facebook
Týsdagur 22. november 2011 - 21:40

Steve Mullings, sum hevur verið ein av teimum bestu rennarunum hjá Jamaica, sleppur ikki at taka lut í nakrari almennari kapping í frælsum ítrótti aftur, eftir at hann er tikin fyri doping fyri aðru ferð.

Tá rennararnir í Jamaica kappaðust um meistaraheitið har í summar, bleiv Steve Mullings nummar trý. Tað vísti seg tó, at hann hevði tikið eitt vatndrívandi evni, og tað er ikki loyvt. Fyri sjey árum síðani bleiv hann eisini tikin, tí hann hevði ov nógv testosteron.

Í 2004 fekk Steve Mullings tvey ára karantenu, men í dag samtyktu ítróttarmyndugleikarnir í Jamaica at útihýsa tí 28 ára gamla rennaranum frá frælsum ítrótti fyri lívið. Eygleiðarar rokna við, at Mullings fer at kæra avgerðina.


Árni Joensen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Súkklukapping verður leygardagin...

Tórshavnar Súkklufelag skipar leygardagin fyri súkklukapping, sum eftir góða undirtøku…

Nú rennur Bjørk…

Nú leygardagin fer Bjørk Herup Olsen at luttaka í NM-kapping…

Jógvan Isaksen koyrdi…

Fyrra helvt av føroyameistarakappingini í Go-Kart fyri virkir, Føroya Tele…