QPR styrkir seg

Deil á Facebook
Týsdagur 31. januar 2012 - 14:05

Queens Park Rangers er tað Premier League felagið, sum hevur verið mest úti um seg á leikaramarknaðinum í hesum flytingarvindeyganum.

Og í dag hava teir so givið eitt boð upp á framherjan hjá Fulham, Bobby Zamora.

31 ára gamli Zamora hevur skotið sjey mál í 29 dystum hettar kappingarárið. Hann kom í 2008 frá West Ham fyri 4,8 milliónir pund, og longdi sáttmálan fram til 2014, meðan núverandi QPR-venjarin, Mark Hughes, var venjari hjá Fulham.

Verandi Fulham-venjari, Martin Jol, segði annars fyrr í mánaðinum, at Bobby Zamora fer ongan veg. Søgur vildu annars vera við, at ósemja var millum teir báðar.

QPR hevur framman undan gjørt leigusáttmála við unga Manchester United framherjan, Federico Macheda, Taye Taiwo frá AC Milan og Samba Diakité frá Nancy, umframt at teir hava keypt verjuleikaran, Nedum Onuoha, frá Manchester City.


Leo Poulsen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Claudemir avgjørdi donsku…

FCK er danskur steypavinnari. Hetta gjørdist greitt í kvøld, tá…

Hesin verður helst…

Bretskir fjølmiðlar skriva í dag, at Liverpool hevur biðið um…

Danska steypafinalan er…

FCK og AC Horsens hittast í dag kl.17 í donsku…