Patriots og Giants í Super Bowl

Deil á Facebook
Mánadagur 23. januar 2012 - 05:13

Eftir tveir sera tættar og rokmiklar dystir náttina til mándagin, gjørdist greitt, hvørji tvey lið skulu manna Super Bowl, sum er stóra finalan í amerikonskum fótbólti. Tað verða nevniliga tey bæði New England Patriots og New York Giants.

AFC- og NFC-finalurnar, sum geva atgongd til Super Bowl, vórðu spældar í gjárkvøldið og í nátt. Sermerkt fyri báðar finalurnar var, at tær vóru tættar, rokmiklar, avgjørdar í síðstu løtu og høvdu hvør sín syndara.

Í AFC-finaluni hittust Baltimore Ravens og New England Patriots. Ravens var væl við allan dystin og hevði møguleikan at avgera í seinastu minuttunum, men heldur var tað Patriots, ið svaraði aftur og gjørdi tað til 23-20 stutt fyri leiklok. Ravens hevði tá ið fá sekund vóru eftir ein gyltan møguleika at javna og senda dystin í yvirtíð, men Billy Cundiff sparkaði eitt annars lætt 32 yards field goal við síðuna av. Hann gjørdist stóri syndarin og Patriots sleppur í Super Bowl umvegis AFC-finaluna.

Í NFC-finaluni tók stóra yvirraskilsið í ár, San Fransisco 49'ers, ímóti New York Giants, sum eftir spaka byrjan í ár veruliga hevur víst styrki í play-offs. Hóast líkindini ikki vóru til vildar og nógv regn sílaði niður á Candlestick Park, so var undirhald fyri allar pengarnar. Giants var á odda 10-7 í hálvleikinum og somuleiðis á odda 17-14 stutt fyri leiklok, áðrenn 49'ers svaraðu aftur við einum field goal og sendu dystin í yvirtíð.
Her leikaði leingi javnt á, men so - fyri aðru ferð í dystinum - megnaði Kyle Williams hjá 49'ers at gera eitt stórt mistak, hesaferð eitt fumble, sum Giants gagnnýtti til fulnar; sparkaðu eitt dystarvinnandi field goal og harvið sluppu í Super Bowl.

Super Bowl 46 ímillum New England Patriots og New York Giants verður leikt 5. februar á Lucas Oil Stadium í Indianapolis.

Super Bowl er eitt risa stórt ítróttartiltak í Amerika, og kann sum dømi nevnast, at sjónvarpsrásin NBC, sum vísir dystin beinleiðis, hevur sett eitt prísskelti upp á 20,1 mió. kr. fyri sjónvarpslýsingar undir dystinum, sum eru 30 sekund til longdar. Øll hesi lýsingaplássini eru longu langtsíðani útseld.


Pætur Albinus
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Súkklukapping verður leygardagin...

Tórshavnar Súkklufelag skipar leygardagin fyri súkklukapping, sum eftir góða undirtøku…

Nú rennur Bjørk…

Nú leygardagin fer Bjørk Herup Olsen at luttaka í NM-kapping…

Jógvan Isaksen koyrdi…

Fyrra helvt av føroyameistarakappingini í Go-Kart fyri virkir, Føroya Tele…