Pál tevjar gull

Deil á Facebook
Leygardagur 10. desember 2011 - 14:34

Tað verður talt niður í føroysku leguni í Stettin í Pólandi, har EM í svimjing í 25 metra longum hyli er á skránni.
Áhugin er so mikið stórur í Føroyum, at Kringvarpið hevur gjørt av at vísa finaluna á 1500 metrum í sjónvarpinum, og finalan verður víst á stórskíggjað í Pakkúsinum í Vági.
Finalan í 1500 metra kappingini verður klokkan 16, og Pál Joensen verður roknaður millum favorittarnar at vinna gull, hóast hann ikki telist millum teirra í finaluni, sum hava bestu tíðirnar í 25 metra hyli at vísa á.
Tíggju luttakarar eru í finaluni, og kvalifikatiónstíðin hjá Páli er tann næstlakasta. Tí verður hann uttast í øðrum borðinum.
Danski Mads Glæsner hevur bestu tilmeldingartíðina, sum er 14.29.52. Tilmeldingartíðin hjá Páli er 14.52.00.
Jón Bjarnason, venjarin hjá Páli Joensen, plagar at siga, at Pál er væl stinnari í 50 metra hyli enn í 25 metra hyli, tí hann er ikki millum teir bestu at venda.
Men hóast tað verður kappast í 25 meta hyli, og hóast tilmeldingartíðin hjá Páli er tann næstlakasta, so meta bæði Jón Bjarnason og formaðurin í Svimjisambandinum, Jon Hestoy, at tað avgjørt eru møguleikar fyri, at Pál Joensen í dag skal enda ovast á sigurspallinum.
Fleiri av teimum, sum fara at svimja finalu í dag, hevur Pál ofta kappast ímóti. Næstbestu tilmeldingartíðina eigur Gargely Gyurta úr Ungarn (14.31.47), og Rocco Potenza úr Italia eigur triði bestu tíðina (14.31.73).
At Pál verður roknaður at hava møguleika at koma á pallin og kanska at vinna kemst av, hvussu tað hevur gingið í heyst, og ikki minst av avrikinum í 400 metra kappingini, sum var hósdagin, tá ið Pál karvaði 3,5 sekund av mettíðini hjá sær sjálvum í 25 metra hyli.


Jóannes Hansen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Magnus Jákupsson tók…

17 ára gamli Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag svimur væl…

Tey svimja í…

FM-svimjararnir løgdu bragdliga fyri og settu nøkur met í morgun,…

Trý nýggj met…

FM í svimjing fór av bakkastokki í svimjihøllini í Gundadali…