Pál skal til landsdyst ímóti USA

Deil á Facebook
Mánadagur 26. september 2011 - 17:46

Pál Joensen og 21 aðrir av bestu svimjarum í Europa skulu manna eitt serligt Europa-lið, sum skulu kappast í “Duel in the Pool”.

Kapping er millum Europa og USA, sum verður í Atlanta í USA tann 16. og 17. desember. Hetta er beint eftir EM í stutthyli, sum er í Polandi, og Pál Joensen og Jón Bjarnason fara beina leið frá EM og yvir til USA.
“Duel in the Pool” gongur fyri seg upp á tann mátan, at tveir svimjarar úr hvørjum heimsparti svimja ímóti hvørjum øðrum.
- At Pál Joensen er tikin út til hesa heilt serligu kapping, er enn eitt herðaklapp til vágbingin, sum er fjórðbestur í heiminum á 1500 metra teininum í frísvimjing, siga tey í Svimjisambandinum.
Teir, sum eru á vinnandi liðnum, fáa 250.000 krónur at býta ímillum sín, og fyri hvørja vunna kapping er vinningurin góðar 8.000 krónur. Somuleiðis eru 80.000 krónur at vinna hjá teimum, ið seta heimsmet.


Snorri Brend
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Magnus Jákupsson tók…

17 ára gamli Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag svimur væl…

Tey svimja í…

FM-svimjararnir løgdu bragdliga fyri og settu nøkur met í morgun,…

Trý nýggj met…

FM í svimjing fór av bakkastokki í svimjihøllini í Gundadali…