Pál fjórði bestur í Europa

Deil á Facebook
Hósdagur 8. desember 2011 - 22:45

Tað gekk akkurát ikki hjá Pál Joensen at vinna seg á heiðursmerkjapláss, tá ið finalan í 400 metra frísvimjing var á skránni í EM kappingini í Stettin í Pólandi seinnapartin. Pál var triði bestur í innleiðandi umfarinum, men í finaluni var hann fjórði bestur.
Pál Joensen og venjarin, Jón Bjarnason, eru kortini sera væl nøgdir við avrikið, og tað er ikki so undarligt, tí tíðin hjá Pál í finaluni var betri, enn hann nakrantíð áður hevur megnað í 400 metra kappingum í 25 metra londum hyli.
Í finaluni í dag svam Pál teir 400 metrarnar í tíðini 3:41.05. Besta tíðin hjá honum frammanundan var annars 3:44.42. Tað vil við øðrum orðum siga, at Pál í dag svam 400 metra teinin knappliga 3,5 sekund skjótari, enn hann áður hevur megnað undir somu umstøðum sum ídag. Tað var vorðið sum met, og tað eigur at boða frá góðum, nú tað verður riggað til 1500 metra kappingina, sum verður leygardagin.
Biederman úr Týsklandi vann í tíðini 3:38,65, Mads Glæsner úr Danmark var nummar tvey við tíðini 3:39,30, og Pawel Korzeniowski úr Pólandi var nummar trý. Tíðin hjá honum var 3:40,54.
1500 metra kappingin verður leygardagin klokkan 16.00.


Jóannes Hansen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Magnus Jákupsson tók…

17 ára gamli Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag svimur væl…

Tey svimja í…

FM-svimjararnir løgdu bragdliga fyri og settu nøkur met í morgun,…

Trý nýggj met…

FM í svimjing fór av bakkastokki í svimjihøllini í Gundadali…