Tróndur Arge
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Ongland vann í kvøld 3-2 á Svøríki, sum eitt skifti í seinna hálvleiki var á odda 2-1. Andy Carroll, Theo Walcott og Danny Welbeck skoraðu málini fyri Ongland. Svøríki kann nú ikki koma víðari úr bólkaspælinum.
Roy Hodgson gjørdi eina broyting á enska liðnum og valdi at byrja við Andy Carroll í staðin fyri Alex Oxlade-Chamberlain. Tríggjar broytingar vóru á svenska liðnum. Millum annað komu Jóhan Elmander og Jonas Olsson inn á liðið.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Andy Carroll Ongland á odda. Steven Gerrard sendi bóltin inn til liðfelagin úr Liverpool, sum stútaði bóltin í málið. Fyrri hálvleikur var lítið hendingaríkur og endaði 1-0.
Í seinna hálvleiki kom vend í. Fýra minutti inn í seinna hálvleik kom miðverjin, Olof Mellberg, at standa leysur eftir eitt miseydnað fríspark frá Zlatan Ibrahimovic. Joe Hart kom ú tog fekk kroppin, men Glen Johnson megnaði ikki at rudda vekk á málstrikuni. Málið fer í bólkina sum ein sjálvmál frá Glen Johnson.
Tíggju minuttir seinni stútaði Olof Mellberg eitt fríspark í mál. Hann stóð púra leysur inni í fimm metrinum. Eina løtu sóu onglendingar máttleysir út, men eftir hornasparksstøðu smekkaði innskifti Theo Walcott til uttanfyri brotsteigin og beint í mál. Skotið var gott, men helst mundi svenski málverjin ikki síggja bóltin fyrr enn ov seint var.
Tólv minuttir fyri tíð legði Danny Welbeck Ongland á odda. Theo Walcott tvísporaði oman á baklinjuna og legði innfyri til Danny Welbeck, sum hegnisliga snaraði bóltin í málið við hælinum.
Ongland – Svøríki (1-0)
1-0 Andy Carroll, 23
1-1 Glen Johnson, 49 sjálvmál
1-2 Olof Mellberg, 59
2-2 Theo Walcott, 64
3-2 Danny Welbeck, 78
Støðan í bólki D:
1. Frakland 2 (3-1) 4
2. Ongland 2 (4-3) 4
3. Ukraina 2 (2-3) 3
4. Svøríki 2 (3-5) 0
Ongland: 4-4-2
Hart - Johnson, Terry, Lescott, Cole – Milner (Walcott 61.min), Gerrard, Parker, Young - Carroll, Welbeck (Oxlade-Chamberlain 89.min)
Á bonkinum: Green, Butland, Kelly, Henderson, Baines, Jones, Jagielka, Downing, Defoe.
Svøríki: 4-4-2
Isaaksson – Grandqvist (Lustig 66.min), Mellberg, Jonas Olsson, Martin Olsson - Larsson, Svensson, Kallstrom, Elm - Ibrahimovic Elmander.
Á bonkinum: Wiland, Hansson, Hysen, Antonsson, Wernbloom, Safari, Holmen, Bajrami, Toivonen, Wilhelmsson, Rosenberg.
Dómari: Damir Skomina (Slovenia).
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|---|
| 1 | KÍF | 24 | 709 | 560 | 149 | 39 |
| 2 | H71 | 24 | 641 | 574 | 67 | 33 |
| 3 | VÍF | 24 | 692 | 621 | 71 | 30 |
| 4 | StÍF | 24 | 598 | 570 | 28 | 25 |
| 5 | Kyndil | 24 | 619 | 618 | 1 | 24 |
| 6 | Neistin | 24 | 583 | 626 | -43 | 17 |
| 7 | Team Klaksvík | 24 | 520 | 793 | -273 | 0 |
Næsta grein: Avbjóðararnir skulu prógva sítt virði