Ongan skund at finna nýggja oyggj

Deil á Facebook
Leygardagur 21. januar 2012 - 21:22

Síðani Prince Edward Island tók seg burtur úr Oyggjaleikunum í fjør, hevur eitt pláss verið tøkt á Oyggjaleikunum, men enn er eingin sloppin upp í part.

Viðtøkurnar fyri Oyggjaleikirnar siga, at tað kunnu verða í mesta lagi 25 oyggjar við á leikunum. Seinastu árini hava tað eisini verið 25 fastir limir í Oyggjaleikasamstarvinum, men í fjør tók Prince Edward Island í Kanada seg burtur úr samstarvinum, tí tey høvdu ilt við at finna fígging til luttøkuna.

Formaðurin fyri Oyggjaleikanevndina, Jørgen Petterson, sigur við BBC, at tey hava ongan skund at finna eina nýggja oyggj til leikirnar.

- Tað eru fleiri oyggjar, sum hava sett seg í samband við okkum, tí tey hava áhuga fyri Oyggjaleikunum, men vit hava ongan skund. Vit hava ein trupulleika við støddini á Oyggjaleikunum sum er, og tí hava vit ikki gjørt nakað ítøkiligt fyri at fáa eina nýggja oyggj við í leikirnar, sigur hann.

Tað eru oyggjar í Grikkalandi, Skotlandi og í Karibiska havinum, sum hava sett seg í samband við Oyggjleikanevndina.


Eyðun Klakstein
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Súkklukapping verður leygardagin...

Tórshavnar Súkklufelag skipar leygardagin fyri súkklukapping, sum eftir góða undirtøku…

Nú rennur Bjørk…

Nú leygardagin fer Bjørk Herup Olsen at luttaka í NM-kapping…

Jógvan Isaksen koyrdi…

Fyrra helvt av føroyameistarakappingini í Go-Kart fyri virkir, Føroya Tele…