Kvinnulandsliðið nýggjar venjarar

Eirikur Lindenskov
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 5

sportal.fo » Fótbóltur
Mikudagur 5. september 2012 - 14:55

Fótbóltssambandið hevur sett Jón Paula Olsen og Rúna Nolsøe sum venjarar hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, sum mikudagin 28. november skulu spæla venjingardyst ímóti Luxembourg.

Jón Pauli Olsen og Rúni Nolsøe eru í løtuni venjarar á ávikavist U17- og U19-kvinnulandsliðunum, men nú skulu teir so standa á odda fyri A-landsliðnum, sum síðst var í kapping í mars í fjør, tá EM-undankapping var á Malta.

Avtalan millum Jón Paula Olsen og Rúna Nolsøe, og Fótbóltssamband Føroya er í fyrsta umfari bara galdandi fyri venjingardystin móti Luxembourg í november.

Teir báðir avloysa Álv Hansen, sum við árslok í fjør takkaði fyri seg sum venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum, ið hann hevði staðið á odda fyri í mong ár.



Hondbóldur Atlantic Airways Deildin
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 24 709 560 149 39
2 H71 24 641 574 67 33
3 VÍF 24 692 621 71 30
4 StÍF 24 598 570 28 25
5 Kyndil 24 619 618 1 24
6 Neistin 24 583 626 -43 17
7 Team Klaksvík 24 520 793 -273 0