Kongalig vitjan á Oyggjaleikunum

Deil á Facebook
Mikudagur 29. juni 2011 - 21:47

Umboð fyri bretska kongshúsið vitjaði í dag á Oyggjaleikunum. Edward prinsur heilsaði upp á ítróttarfólk, leiðarar og fyriskiparar

Hansara hátign Jarlurin av Wessex er yngsti sonurin hjá Elizabeth drotning og Philip prinsi, og í dag legði hann leiðina fram á Isle of Wight.

Edward prinsur vitjaði millum annað á Fairway leikvøllinum, á eini golfbreyt og í borðtennishøllini. Hann prátaði við fyriskiparar, leiðarar, ítróttarfólk og onnur.

Áðrenn vitjanina høvdu fjølmiðlarnir fingið boð um at halda frástøðu – “respectful distance”, sum tað var kallað - frá prinsinum, men prinsurin steðgaði tó á og heilsaði uppá umboð fyri Miðlahúsið. Hann spurdi, hvaðani vit vóru, og um vit plagdu at dekka Oyggjaleikirnar.

Sigast skal tó, at prinsurin var skjótur í vendingini, og tað gjørdist einki prát um grindadráp ella fiskiskap.


Myndafrásøgnir - Rás2 á Oyggjaleikunum


Eyðun Klakstein
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Víkingur dregur frá...

Víkingur dregur frá í oddinum, meðan kappingin um plássini aftan…

AB hevur møguleika…

Tríggir dystir í næstbestu fótbóltsdeildini eru á skránni í kvøld.…

Føroyar hava vunnið…

14. oyggjaleikirnir eru farnir aftur um bak. Føroyar gjørdust nummar…