Klæmint fyri Jóan Símun

Deil á Facebook
Týsdagur 21. februar 2012 - 14:16

Nú leygardagin fer føroyska A-landsliðið á venjingarlegu í La Manga í Spania. Lars Olsen hevur úttikið 22 leikarar við á leguna, men nú er fyrsta avboð komið og er venjarin noyddur at fremja fyrstu broytingina.

Talan er um Jóan Símun Edmundsson, sum hevur givið avboð. Hann er júst skiftur úr Newcastle til Viking Stavanger, og ætlar hann sær nú at hugsavna seg um nýggja felag sítt og hevur í tí sambandi givið avboð til venjingarleguna hjá landsliðnum.

Sum avloysara fyri Jóan Símun hevur Lars Olsen úttikið Klæmint A. Olsen úr NSÍ. Hann gjørdi veruliga vart við seg í Vodafonedeildini fjør, har hann við sínum 18 málum skeyt næstflest mál í deildini.

Klæmint hevur spælt 14 dystir fyri U17-landsliðið, fýra fyri U19-landsliðið og fimm dystir fyri U21-landsliðið.


Pætur Albinus
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Claudemir avgjørdi donsku…

FCK er danskur steypavinnari. Hetta gjørdist greitt í kvøld, tá…

Hesin verður helst…

Bretskir fjølmiðlar skriva í dag, at Liverpool hevur biðið um…

Danska steypafinalan er…

FCK og AC Horsens hittast í dag kl.17 í donsku…