KÍ-kvinnurnar taptu stórt

Pætur Albinus
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 2

sportal.fo »
Leygardagur 11. august 2012 - 23:57

Kvinnurnar hjá KÍ hava í dag spælt undankapping í Champions League ímóti Apollon á Kýpros. Apollon fekk tvey mál við stuttum millumbili tá ið gott korter var farið, og hóast hetta úrslitið helt sær til hálvleiks, so skrædnaði av álvara í seinna hálvleiki og KÍ tapti stórt 7-0.

KÍ spælir aftur mánadagin ímóti einum liði úr Ukreina.

Apollon - KÍ 7-0 (2-0)
1-0: Sinead Farrelly, 16.
2-0: Laura Rus, 17.
3-0: Liliana Kostova, 53.
4-0: Liliana Kostova, 62.
5-0: Laura Rus, 74.
6-0: Laura Rus, 84.
7-0: Alexandra Iusan, 90.

KÍ: Randi Wardum - Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Ragna Patawary, Una Joensen (Katrina Akursmørk, 46') - Sigrid Jacobsen, Elsa Maria Simonsen, Ása K. Thomsen, Rannvá B. Andreasen - Eyðvør Klakstein (Maria K. Thomsen, 46'), Sofía Purkhús

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, Tove Sólheyg, Sigrun Sirdal, Vár Jenny Lydersen, Adelheid Olsen.

Gult kort: Sofía Purkhús





 

Næsta grein: Jamaica setti heimsmet