Kessler til Føroya at vitja

Deil á Facebook
Mánadagur 13. februar 2012 - 23:55

Heimskendi boksarin Mikkel Kessler skal í apríl mánaði boksast um WBO meistaraheitið, men áðrenn tað kemur hann til Føroya at vitja.

Hann er kanska størsta boksinavnið í Danmark nakrantíð. Fleiri ferðir hevur hann kunnað kallað seg heimsmeistara. Og nú er hann í holt við at gera comeback og ætlar at vinna WBO meistaraheitið í super-millumvekt.

Mikkel Kessler hevur síðani 1998 verið yrkisboksari. Hann hevur boksað 46 dystir og hevur vunnið 44 av teimum. 33 ferðir hevur tað verið upp á knockout. Tvær ferðir hevur hann verið meistari hjá WBA og WBC í sínum vektflokki.

Á sumri í 2010 mátti Kessler taka seg aftur sum boksari, tí hann hevði ein álvarasaman skaða í eyganum. Hann mátti binda frið í rúma tíð fyri at geva eyganum møguleikan at blíva frískt. Í fjør gjørdi hann so comeback, eftir at læknar høvdu sagt gott fyri tí. Hann vann fyrsta boksidystin, og tað gav honum møguleikan at fáa ein dyst um WBO meistaraheitið. Tá skal hann boksa um í dysti ímóti Robert Stieglitz í Parkini í Keypmannahavn 14. apríl.

Men áðrenn meistaradystin fáa føroyingar høvi at heilsa uppá boksaran og hoyra hann siga sína søgu. Tað verður í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir leygarkvøldið 25. februar.


Eirikur Lindenskov
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Fáa fýra ferðir…

Fíggjarliga loysir tað seg væl at skipa fyri stórum ítróttarkappingum…

FM í fimleiki…

Í dag klokkan 16 verður føroymeistarakapping fyri gentur, kvinnuunglingar og…

Tóku 12 dopingroyndir…

Í fjør vórðu 12 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum.…