Kaj Leo avloysir Boga Løkin

Tróndur Arge
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 8

sportal.fo » Fótbóltur
Týsdagur 4. september 2012 - 18:52

Lars Olsen hevur úttikið Kaj Leo í Bartalstovu til HM-undankappingardystin móti Týsklandi. Kaj Leo avloysir Boga Løkin, sum hevur givið avboð vegna skaða. Miðvallarin úr ÍF meiddi sær knæðið so mikið álvarsliga í dystinum móti TB um vikuskiftið, at hann ikki verður tøkur til HM-undankappingardystin móti Týsklandi komandi fríggjakvøld, skrivar fsf.fo.

Bogi Løkin hevur annars verið millum støðugastu leikararnar á føroyska landsliðnum seinastu árini. Síðani 2008 hevur miðvallarin úr ÍF spælt 18 A-landsdystir fyri Føroyar og skorað eitt mál.

Sum avloysara fyri Boga Løkin, hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari úttikið Kaj Leo í Bartalstovu úr Víkingi. Kaj Leo í Bartalstovu hevur spælt seks U21-landsdystir fyri Føroyar, seinast í 1-1 javnleikinum móti Danmark. Hetta er fyrstu fer at Kaj Leo í Bartalstovu er úttikin til A-landsliðið.

HM-undankappingardysturin millum Týskland og Føroyar verður á AWD Arena í Hannover, fríggjakvøldið 7. september, kl. 19:45 føroyska tíð.



Hondbóldur Atlantic Airways Deildin
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 24 709 560 149 39
2 H71 24 641 574 67 33
3 VÍF 24 692 621 71 30
4 StÍF 24 598 570 28 25
5 Kyndil 24 619 618 1 24
6 Neistin 24 583 626 -43 17
7 Team Klaksvík 24 520 793 -273 0