Jóan Símun nærkast Viking

Deil á Facebook
Mikudagur 15. februar 2012 - 23:35

Jóan Símun Edmundsson er bara eina læknakanning frá at skifta eykaliðið hjá Newcastle út við Viking Stavanger í Norra. Landsliðsleikarin fer í morgin til La Manga, har felagið er á venjingarlegu í løtuni, skrivar norska Aftenbladet.

Tað hevur leingi ljóðað, at framherjin av Toftum er á veg til Viking. Åge Hareide, venjari hjá Viking, hevur víst stóran áhuga fyri føroyinginum yvir eitt tíðarskeið. Samráðingarnar millum Viking og Newcastle eru nú komnar á mál og talan verður um eitt skifti og ikki ein leigu sáttmála. Sambært Aftenbladet, so eru Jóan Símun og Viking komnir ásamt um ein sáttmála.

Jóan Símun var í farnu viku og vandi við Viking, umframt at hann spældi ein venjingardyst. Sambært Aftenbladet, so kom Jóan Símun væl frá uppgávuni í venjingardystinum og legði millum annað upp til eitt mál.

(Mynd: aftenbladet.no/ Jóan Símun(t.v) í tvídysti


Tróndur Arge
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Claudemir avgjørdi donsku…

FCK er danskur steypavinnari. Hetta gjørdist greitt í kvøld, tá…

Hesin verður helst…

Bretskir fjølmiðlar skriva í dag, at Liverpool hevur biðið um…

Danska steypafinalan er…

FCK og AC Horsens hittast í dag kl.17 í donsku…