Joan Bláfoss framúr úrslit

Deil á Facebook
Mánadagur 31. oktober 2011 - 16:20

Joan Bláfoss hevur í kapping í Týsklandi sett nýtt føroyskt met í maraton – og tað gjørdi hon við at taka heilar 19 minuttir av gamla metinum.

Joan Bláfoss íðkar fyri tað mesta triathlon, men um vikuskifti luttók hon í Frankfurt Marathon. Spenningur hevur verið um hesa kapping, tí roknað varð við, at Joan kundi seta nýtt met og sum fyrsta føroyska kvinna at koma undir 3 tímar í maraton renning.

Í gjár rann Joan Bláfoss so maraton kapping fyri fyrstu ferð, og hon fekk eina óføra góða tíð. Hon rann teinin í tíðini 2.50.09, sum er 19 minuttir skjótari enn metið, sum Rigmor N. Arge átti.

Joan var nummar 34 av teimum umleið 3000 kvinnunum í kappingini í Frankfurt, og hon er nummar 4 á danska styrkislistanum í 2011. Hetta úrslitið hjá Joan er eitt tað besta yvirhøvur innan frælsan ítrótt í Føroyum.



Eyðun Klakstein
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Súkklukapping verður leygardagin...

Tórshavnar Súkklufelag skipar leygardagin fyri súkklukapping, sum eftir góða undirtøku…

Nú rennur Bjørk…

Nú leygardagin fer Bjørk Herup Olsen at luttaka í NM-kapping…

Jógvan Isaksen koyrdi…

Fyrra helvt av føroyameistarakappingini í Go-Kart fyri virkir, Føroya Tele…