Jallurin sigraði og legði upp til sanna finalu

Deil á Facebook
Leygardagur 16. juli 2011 - 16:03

5-MANNAFØR KVINNUR: Tað gekk strúkandi hjá Jallinum ídag. Tvær tær seinstu ferðirnar hava kvinnurnar í Knørrafelagnum, tá ið Junkarin í endaspurtinum hevur vunnið á teimum, men í dag var eingin ivi.
Jallurin setti dám á beinanvegin, og frástøðan aftur til Junkaran, sum var næsti kappingarneytin, øktist stútt og støðugt.
Í sjálvum endaspurtinum ressaðist Junkarin við, men tá hevði Jallurin syrgt fyri so góðari oddastøðu, at tað ikki eydnaðist Junkaranum at taka seg so mikið inn á Jallin, at talan gjørdist um spenning síðstu metrarnar fram ímóti málinum.
Blikur og Beinta vóru í sera tættari kapping um bronsuplássið, og ta kappingina vann Blikur.
Úrslitið í dag ber við sær, at tað á Ólavsøku verður sonn finala um FM heitið. Junkarin er eitt stig frammanfyri Jallin. Tað vil siga, at tann av hesum báðum, sum verður fremri í ársins síðsta róðri verður meistari!

1 Jallurin 06:05.12
2 Junkarin 06:06.19
3 Blikur 06:13.15
4 Beinta 06:13.17
5 Falkur 06:15.09
6 Teistin 06:19.07

Støðan
1 Junkarin 39
2 Jallurin 38
3 Blikur 29
4 Beinta 25
5 Falkur 18
6 Teistin 13


Myndafrásøgnir - Kappróður á fjarðastevnu


Jóannes Hansen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Jan Ottosen skiftir…

Jan Ottosen, sum seinastu árini hevur ført hondbóltsfelagið KÍF í…

Stórur spenningur í…

Longu í fyrsta umfari í fjør var ábending um, at…

Sjey føroyskir rógvarar…

Róðrarsamband Føroya skipaði seinnapartin fyri úttøkukapping til HM í inniróðri…