Ísland vann 99-81 á Føroyum

Deil á Facebook
Leygardagur 8. oktober 2011 - 19:42

Føroyar og Ísland hava í kvøld kappast í svimjilandsdysti í Klaksvík. Kappast varð í 14 ymiskum greinum, og úrslitini frá kappingunum vórðu løgd saman til eitt felags úrslit.

Í hvørjari svimjigrein vóru tveir føroyskir og tveir íslendskir luttakarar, og stig vórðu latin fyri hvørja plasering. Hesi stigini vóru so grundarlagið fyri samlaða úrslitinum fyri landsdystin.

Í 2009 vunnu Føroyar rættiliga ruddiliga við 101 stigum ímóti 79, og í fjør vann Ísland greitt við 98 stigum ímóti 80.

Í kvøld var tað aftur Ísland. sum sigraði á Føroyum. Úrslitið gjørdist 99-81. Munurin var harvið tann sami, sum hann var fyri einum ári síðani.

- Svimjararnir gjørdu ein góðan innsats og kempaðu fyri tí, men Ísland hevur størri breidd og er ein sterkari svimjitjóð enn vit. Men vit kunnu royna at taka revansju næsta ár í Reykjavík, segði Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya, við Sjónvarpið.


Myndafrásøgnir - Landsdystur í svimjing í Klaksvík, Føroyar-Íslandi (Myndir: Dávur Winther)


Eyðun Klakstein
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Magnus Jákupsson tók…

17 ára gamli Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag svimur væl…

Tey svimja í…

FM-svimjararnir løgdu bragdliga fyri og settu nøkur met í morgun,…

Trý nýggj met…

FM í svimjing fór av bakkastokki í svimjihøllini í Gundadali…