Havfrúgvin fekk fult

Jóannes Hansen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 1

sportal.fo » Kappróður
Leygardagur 28. juli 2012 - 15:51

Kvinnubáturin úr Vestmanna vant aftur í dag burtur úr øllum kappingarneytunum.
Starturin hjá Havfrúnni var ikki so góður, sum hann hevur verið fleiri ferðir fyrr í summar. Blikur av Argjum og Firvaldur av Tvøroyri høvdu góðan hug at bjóða av, og eftir fyrstu tvey hundrað metrarnar var Havfrúgvin bara á triðja plássi.
Men so gekk bæði skjótt og væl hjá Havfrúnni. Tøkini hjá kvinnunum úr Vestmanna munaðu meiri enn hjá teimum umborð á hinum bátunum, og Havfrúgvin rann framum kappingarneytarnar. Í endaspurtinum var einki at ivast í, hvør fór at vinna. Havfrúgvin var tað mesta av tveimum bátslongdum frammanfyri teir næstu bátarnar, og harvið vann Havfrúgvin FM við fullum stigatali.
Kappingin um næstfremsta plássið var størri, enn hon ofta hevur verið. Eisini tí Strípan av Strondum hevði hug at bjóða Bliki og Firvaldi av, men tað endaði, sum tað hevur gjørt í alt summar. Blikur vann silvurplássið, og Firvaldur vann bronsuplássið.

1 Havfrúgvin 05:26.09
2 Blikur 05:30.03
3 Firvaldur 05:31.11
4 Strípan 05:31.19
5 Falkur 05:53.02

Endaliga støðan
1 Havfrúgvin 49 (FM)
2 Blikur 42
3 Firvaldur 35
4 Strípan 24
5 Falkur 15
6 Sílið 2



Hondbóldur Atlantic Airways Deildin
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 24 709 560 149 39
2 H71 24 641 574 67 33
3 VÍF 24 692 621 71 30
4 StÍF 24 598 570 28 25
5 Kyndil 24 619 618 1 24
6 Neistin 24 583 626 -43 17
7 Team Klaksvík 24 520 793 -273 0