Harry Redknapp í tíðarneyð

Deil á Facebook
Mánadagur 6. februar 2012 - 15:19

Tottenham hevur leigað ein flúgvara til Harry Redknapp, so venjarin nær at koma til Liverpool og standa á odda fyri Tottenham liðnum í kvøld. Hann er í rættinum skuldsettur fyri skattasvik og fær ikki frí fyrr enn eftir klokkan er farin av 16.

64-ára gamli Tottenham venjarin hevur nógv um at verða fyri tíðina. Hann hevur seinastu vikurnar verið í rættinum í samband við at hann er skuldsettur fyri at hava flutt pengar til eina konto í Monaco í eini roynd at sleppa undan at gjalda skatt. Venjarin noktar seg sekan.

Tað hevur millum annað gjørt, at Harry Redknapp ikki hevur verið til staðar til venjing seinastu vikurnar. Hann hevur tó staðið á odda, tá liðið hevur spælt seinastu dystirnar.

Í kvøld er Tottenham á vitjan í Liverpool og tað langur vegur at ferðast. Av tí at rætturin væntandi ikki verður liðugur fyrr enn klokkan er farin av fýra, so hevur Tottenham leigað eitt privat flogfar til Tottenham venjaran.

Dysturin millum Liverpool og Tottenham byrjar klokkan 20. Tottenham liggur í løtuni á triðja plássi. Hetta er fyrstu ferð, at Luis Suarez er tøkur aftur fyri Liverpool, eftir leikbannið hann fekk fyri rasistiskan málburð í dystinum móti Manchester United.

Premier League í dag:

Liverpool – Tottenham (20:00)


Tróndur Arge
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Claudemir avgjørdi donsku…

FCK er danskur steypavinnari. Hetta gjørdist greitt í kvøld, tá…

Hesin verður helst…

Bretskir fjølmiðlar skriva í dag, at Liverpool hevur biðið um…

Danska steypafinalan er…

FCK og AC Horsens hittast í dag kl.17 í donsku…