Harmur um at finalan er flutt

Deil á Facebook
Sunnudagur 19. februar 2012 - 09:58

Stutt fyri midnátt fríggjakvøldið fekk Klaksvíkar kommuna teldupost frá FSF, um at finalan aftur er flutt til Tórshavn.

– Hetta er sera keðiligt, og føli eg tað eitt sindur undarligt, at vit ikki vóru kunnað fyrr. Kommunan hevur gjørt nógv fyri, at betra um umstøður á vøllinum og ikki minst rundanum vøllin.

Tað sigur Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvík. Hann vísir á, at Klaksvíkar kommuna eisini hevur verið við til at spart Fótbóltsambandinum rímuliga nógar pengar, og tí kemur tað sera dátt við, at flytingin hendur yvir nátt uttan nakra fráboðan ella nakað serligt samskifti frá FSF.

– Tó vil eg takka FSF fyri tað góða samstarvið tvey tey seinastu árini, og vóni eg, at aðrir stórir dystir verða lagdir í Klaksvík framyvir. Eisini vil eg takka, KÍ, Summarfestivalinum og mongum øðrum fyri sera gott samstarv, sigur Jógvan Skorheim.


Eirikur Lindenskov
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Fáa fýra ferðir…

Fíggjarliga loysir tað seg væl at skipa fyri stórum ítróttarkappingum…

FM í fimleiki…

Í dag klokkan 16 verður føroymeistarakapping fyri gentur, kvinnuunglingar og…

Tóku 12 dopingroyndir…

Í fjør vórðu 12 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum.…