H71 hevur við 25-22-sigri á VÍF í kvøld av álvara limað seg inn í stríðið um seinna FM-finaluplássið.
Tapið kemur uttan iva dátt við hjá vestmenningum. Neistin, sum undan umfarinum í dag lá á einum deildum 2. plássi saman við VÍF, snávaði fyrr í dag ímóti Kyndli, og tískil hevði VÍF gyltan møguleika at leggja seg einsamalt í førarasetrið til seinna FM-finaluplássið. Hetta hendi tó ikki, hóast teir høvdu eina trygga 14-9-hálvleiksleiðslu.
Í seinna hálvleiki kastaðu vestmenningar nevniliga alt fyri borð. Álopsspælið koyrdi sera illa, og samstundis sum Jens á Skipagøtu í málinum og Bogdan Florea í álopspartinum hjá hoyvíkingum vístu stórspæl, kom H71 aftur inn í dystin og javnaði fyrstu ferð við støðuna 19-19. Herfrá hugdu teir seg heldur ongantíð aftur um bak og vunnu at enda uppiborið 25-22.
Við sigrinum hevur H71 vunnið seg upp á 14 stig, og eru teir beint í hølunum á VÍF og Neistanum, sum hava 15 stig. H71 hevur tó leikt ein dyst færri og kann við einum sigri í tí dystinum leggja seg á finalugevandi 2. plássið.
Nú verður skjótt møguligt at síggja teir stóru fótbóltsdystirnar í…
Hóast fyrispurningar frá øðrum feløgum, so hevur Filip Jovic longt…