Gullið liggur á silvurfati

Deil á Facebook
Leygardagur 16. juli 2011 - 16:39

5-MANNAFØR GENTUR: Tær hava ikki tryggjað sær FM heitið, um roknað verður við tí óm'guliga, men um tað ikki skal eydnast hjá teimum í Sundalagnum, so skal tað á Ólavsøku vilja meiri enn illa til hjá Hvassa gentunum, sum í dag vunnu fyri fimtu ferð í ár.
Sum næstan hvørja ferð fyrr í summar, so var tað aftur hesa ferð Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði, sum var størsta hóttanin hjá teimum av Oyri. Erla Kongsdóttir legði seg skjótt á odda, og tær úr Fuglafirði vóru fremstar størsta partin av róðrarteininum.
Tá ið tað restaðu einir 400 metrar, tók Hvassi Erlu, og hóast tað var tætt og harvið spennandi, so eydnaðist tað ikki Erlu at taka Hvassa aftur.
Í FM kappingini er Hvassi nú sjey stig frammanfyri Erlu Kongsdóttir. Tískil er eingin spenningur um FM heitið, og gullið liggur á silvurfati og bíðar eftir Hvassa. Men gongdin í dag leggur upp til spennandi kapping um sigurin á Ólavsøku.
Spógvin legði bragdliga fyri, og tað eydnaðist gula bátinum at vinna á Beintu úr Miðvági, sum hevur mest sum tryggjað sær bronsukrónurnar í FM kappingini. Tambar var nógv aftastur.

1 Hvassi 06:16.17
2 Erla Kongsdóttir 06:17.09
3 Spógvin 06:25.24
4 Beinta 06:41.10
5 Tambar 06:59.24

Støðan
1 Hvassi 41
2 Erla Kongsdóttir 34
3 Beinta 30
4 Spógvin 25
5 Sílið 15
6 Drekin 5
7 Tambar 3
8 Teistin 3
9 Ørnin 3


Myndafrásøgnir - Kappróður á fjarðastevnu


Jóannes Hansen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Jan Ottosen skiftir…

Jan Ottosen, sum seinastu árini hevur ført hondbóltsfelagið KÍF í…

Stórur spenningur í…

Longu í fyrsta umfari í fjør var ábending um, at…

Sjey føroyskir rógvarar…

Róðrarsamband Føroya skipaði seinnapartin fyri úttøkukapping til HM í inniróðri…