Fótbóltsdómarar fyri stuldri

Hilmar Jan Hansen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 3

sportal.fo » Fótbóltur
Fríggjadagur 13. juli 2012 - 17:16

Fýra føroyskir fótbóltsdómarar, sum í gjár skuldu døma ein fótbóltsdyst í Europa League niðri í Luxembourg, vóru ikki so hepnir, tí bæði dómaraklæði og ymisk útgerð varð stolin frá teimum, áðrenn teir nakrantíð komu á vøllin.

– Tá vit vóru lendir, bóru vit viðføri út í ein bil frá fótbóltssambandinum á staðnum, og so fóru vit innaftur at bíða eftir UEFA-eygleiðaranum, sum skuldi koma úr Polandi, sigur Petur Reinert.

Hann skuldi døma dystin saman við Regini Egholm og Jens Albert Simonsen, og Rúni Gaardbo skuldi verða fjórðidómari, men av tí at helvtin av hondbagasjuni varð stolin, máttu teir út í býin at lána dómaraklæði og samskiftisútgerð.

– Tað dýrasta var samskiftisútgerðin, sum FSF eigur, ein telda og okkurt pulsur, men tíbetur er hetta tryggjað, so tað mesta fæst nokk aftur, sigur altjóða dómarin, ið sigur, at teir blivu illa við, tá teir funnu útav, at alt hetta var stolið.

– Ikki fyrr enn vit komu á hotellið og skuldu taka viðførið úr bilinum, sóu vit, at fimm taskur vóru stolnar. Fyri at tað ikki skal vera lygn, so var bara helvtin av mínum viðføri við, nú vit í dag komu til Keypmannahavnar úr Luxembourg. Men tað skuldi komið aftur seinni í dag ella í kvøld.

Hoyr Petur Reinert greiða frá, hvat hendi:

Hoyr ljóðbrot her: " />



Hondbóldur Atlantic Airways Deildin
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 24 709 560 149 39
2 H71 24 641 574 67 33
3 VÍF 24 692 621 71 30
4 StÍF 24 598 570 28 25
5 Kyndil 24 619 618 1 24
6 Neistin 24 583 626 -43 17
7 Team Klaksvík 24 520 793 -273 0