Føroyar duttu fýra pláss

Deil á Facebook
Mikudagur 15. februar 2012 - 11:02

FIFA hevur júst kunngjørt nýggjan heimsstyrkislista, sum vísir, at Føroyar eru dotnar fýra pláss skeiva vegin - frá einum 114. plássi til eitt 118. pláss.

Nú er nakað langtsíðan Føroyar hava spælt ein skrásettan landsdyst, so tað er ivasamt, hvussu nógv henda nýggja styrkismetingin hevur at siga. Til stuttleika kunnu vit tó nevna, at vit nú eru 15 pláss aftanfyri grannalandið Ísland, men hinvegin trý pláss frammanfyri Ný Sæland, sum var við í HM-endaspælinum í fjør.

Zambia, sum vann African Nations Cup fyri fáum døgum síðani, lyftir seg heili 28 pláss og er nú nummar 43.

Danmark er nú aftur at finna í topp 10, nevniliga júst á einum 10. plássi. Svøríki er á einum 18. plássi, meðan Noreg er á 24. plássi.


Pætur Albinus
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Claudemir avgjørdi donsku…

FCK er danskur steypavinnari. Hetta gjørdist greitt í kvøld, tá…

Hesin verður helst…

Bretskir fjølmiðlar skriva í dag, at Liverpool hevur biðið um…

Danska steypafinalan er…

FCK og AC Horsens hittast í dag kl.17 í donsku…