Tað verða tey bæði klárt bestu flogbóltsliðini hjá kvinnum á oyggjaleikunum á Isle of Wight, sum spæla finalu klokkan 12.30 í dag.
Saareema hevur enn ikki tapt eitt sett í seks dystum, og føroyska liðið hevur bert tapt eitt sett í seks dystum.
Saareema hevur nógv at hevna, tí føroyska liðið hevur sitið á oyggjaleikagullinum seinastu ferðirnar.
Um bronsudysturin hjá monnunum hjá Caymanoyggjunum og Álandi dregur út, so verður kvinnufinalan nakað seinkað.
Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum á Rás2.
Fíggjarliga loysir tað seg væl at skipa fyri stórum ítróttarkappingum…
Í dag klokkan 16 verður føroymeistarakapping fyri gentur, kvinnuunglingar og…
Í fjør vórðu 12 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum.…