Í gjár var fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini í Runavík.
Einki fimleikafelag stóð Havnar Fimleikafelag kurl, tí tær vunnu gull í øllum bólkunum. Kappast varð í pinkum, smágentum, gentum, unglingum og kvinnum.
Tá kappast verður í estetiskum fimleiki verður dømt út frá trimum kategorium: Tekniskir parturin, listarligi parturin og framførslan.
Tann tekniski parturin snýr seg um krøvini, sum serian skal innihalda. Tann listarligi parturin snýr seg um, hvussu serian er sett saman – at hon hóskar til aldurin, og hvussu flótandi, hon er. Og sum tað triðja er tað sjálv framførslan, sum verður dømd.
Nógv fólk høvdu leitað sær í høllini í Runavík í gjár, sum var fullsett til kappingina
Úrslitini vóru hesi:
Pinkur
1 HF
2 Støkk
3 Ljósið
Smágentur
1 HF a
2 Støkk a
3 Ljósið
4 Støkk b
5 HF b
6 Flog a
7 Flog b
Gentur
1 HF a
2 Støkk a
3 Ljósið
4 HF b
5 Flog
6 Støkk b
Unglingar
1 HF
2 Støkk
3 Ljósið
Kvinnur
1 HF
2 Støkk
3 Ljósið
4 Flog
Fíggjarliga loysir tað seg væl at skipa fyri stórum ítróttarkappingum…
Í dag klokkan 16 verður føroymeistarakapping fyri gentur, kvinnuunglingar og…
Í fjør vórðu 12 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum.…