Favorittarnir fingu fult

Deil á Facebook
Sunnudagur 11. september 2011 - 19:51

Tað gekk, sum støðutalvan legði upp til, at tað skuldi gera, tá ið 17. umfar í bestu kvinnudeildini í fótbólti var á skránni í góðveðrinum seinnapartin ídag.
KÍ, AB og B36 eru á ávikavíst fyrsta, øðrum og triðja plássi, og tey spældu ímóti ávikavíst Víkingi, Skála og HB, sum eru ávikavíst nummar fýra, fimm og seks.
Í Sarpugerði skoraði Rannvá B. Andreasen, tá ið hon eftir hálvan tíma varð leys, og spenningur var í, inntil tað restaðu fimm minuttir. Tá var tað Sofía Purkhús, sum staðfesti sigurin.
AB hevði vitjan av Skála, og eisini á Argjum var tað leingi spennandi. AB liðformaðurin, Mona Breckmann, var ikki við, og tað var smeitur fyri heimaliðið.
Rakul Jógvansdóttir setti hol á eftir stórt korter, og tað var spenningurin í, inntil eitt korter undan leikloki, tá ið Solveig Arge økti um leiðsluna, og í síðstu løtu staðfesti Doris í Garði Olafsdóttir trivaliga heimasigurin.
Favorittarnir í B36 vunnu grannauppgerðina í Gundadali. Málini vórðu skorað tíggju minuttir undan steðginum og seks minuttir eftir steðgin. Fyrra málið var sjálvmál, og Rakul M. Johannesen skoraði seinna málið.


17. umfar
Víkingur-KÍ 0-2 (0-1)
0-1: Rannvá B. Andreasen 30.
0-2: Sofía Pukrhús 85.

B36-HB 2-0 (1-0)
1-0: sjálvmál 34.
2-0: Rakul M. Johannesen 51.

AB-Skála 3-0 (1-0)
1-0: Rakul Jógvansdóttir 18.
2-0: Solveig Arge 75.
3-0: Doris í Garði Olafsdóttir 90.


Støðan
KÍ 49
AB 41
B36 24
Víkingur 17
Skála 11
HB 5

18. umfar
25. september
Skála-B36
KÍ-AB
HB-Víkingur


Jóannes Hansen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Claudemir avgjørdi donsku…

FCK er danskur steypavinnari. Hetta gjørdist greitt í kvøld, tá…

Hesin verður helst…

Bretskir fjølmiðlar skriva í dag, at Liverpool hevur biðið um…

Danska steypafinalan er…

FCK og AC Horsens hittast í dag kl.17 í donsku…