Er Usain Bolt framvegis skjótastur?

Tróndur Arge
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

sportal.fo » OL 2012
Sunnudagur 5. august 2012 - 18:55

Í kvøld verða hálvfinalurnar og finalan í 100m sprint hjá monnum. Usain Bolt er favorittur og hevur heimsmetið, men formkurvan peikar skeivan veg.

Tað var ongin ivi til OL 2008 í Beijing hvør var skjótastur í heiminum. Usain Bolt vann 100m og 200m renningina og saman við landsmonnum sínum vann hann eisini gull í 4x 100m stafett renningini. Tað kom tó sum eitt minni sjokk, tá Yohan Blake var skjótastur, tá Jamaika hevði úttøku renning til OL. Sami Yohan Blake var eisini skjótastur undan hálvfinaluni.

Usain Bolt var klárt fremstur í sínum innleiðandi riðli og kom á mál við tíðini 10.09. Yohan Blake kom á mál í sínum riðli við tíðini 9.88. Eisini amerikumenninir Justin Gatlin og Ryan Bailey, runnu skjótari enn Usain Bolt. Teir komu báðir á mál við tíðum undir 10 sekundum.

Usain Bolt hevur havt ein skaða at dragast við og hevur váttað, at hann er bara 95 prosent klárur. Spurningurin er so um tað er nokk til at verða skjótari enn avbjóðararnir Yohan Blake, Justin Gatlin og Ryan Bailey.

Hálvfinalurnar verða klokkan 19:45 og sjálv finalan verður klokkan 21:50 í kvøld.

Sjónbandabrot: Usain Bolt setur núverandi heimsmetið í 100m sprint í 2009 við tíðini 9.58.



Hondbóldur Atlantic Airways Deildin
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 24 709 560 149 39
2 H71 24 641 574 67 33
3 VÍF 24 692 621 71 30
4 StÍF 24 598 570 28 25
5 Kyndil 24 619 618 1 24
6 Neistin 24 583 626 -43 17
7 Team Klaksvík 24 520 793 -273 0