Uni Holm Johannesen
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Tað slær Pál Joensen fast í viðtalu við Politiken.
Tað gekk ikki eftir vild fyrrapartin, tá hann royndi at svimja seg í finaluna í 1500 metrar frí. Hann verður tíverri ikki við, tá finalan skal svimjast í annaðkvøld.
- Hinir svumu sum væntað, men einki hekk saman hjá mær, sigur hann.
Pál Joensen legði annars bragdliga fyri, og vágbingurin var nummar tvey fyrstu 500 metrarnar. So dragnaði hann av álvara.
- Hetta er sera køvisligt. Tað kendist væl fyrstu 500 metrarnar. Eg skuldi svimja nær við Sun Yang í hansara aldum, men eg kláraði ikki at halda ferðina, og eg dragnaði bara við tíðini, sigur Pál Joensen við Politiken.
- Hinir fóru skjótt frá mær, eg megnaði ikki at svimja aftaná, og bæði teknikkurin og orkan vildu ikki, sum eg vildi, sigur føroyski OL-svimjari og heldur fyri, at hann var kanska nervøsur.
- Hetta var í øllum førum ein dýrur læripengi hjá mær, ásannar Pál Joensen.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|---|
| 1 | KÍF | 24 | 709 | 560 | 149 | 39 |
| 2 | H71 | 24 | 641 | 574 | 67 | 33 |
| 3 | VÍF | 24 | 692 | 621 | 71 | 30 |
| 4 | StÍF | 24 | 598 | 570 | 28 | 25 |
| 5 | Kyndil | 24 | 619 | 618 | 1 | 24 |
| 6 | Neistin | 24 | 583 | 626 | -43 | 17 |
| 7 | Team Klaksvík | 24 | 520 | 793 | -273 | 0 |
Næsta grein: Rógvi Baldvinsson upp á pláss í Bristol