Einfaldar testir gera fótbóltsspælarar betri

Deil á Facebook
Mánadagur 20. februar 2012 - 20:00

- Kennir tú sum fótbóltsleikari tínar styrkir og veikleikar á vøllinum, hevur tú ein stóran fyrimun og klárar teg betur á vøllinum. Tað sigur Magni Mohr, sum saman við danska professaranum Jens Bangsbo, hevur givið út bókina Fitness Testing in Football, ið snýr seg um leikaratestir í samband við fótbólt. Magni Mohr, sum hevur ferðast kring allan heim og lagt elituni innan fótbólt lag á, er sannførdur um, at flest allir góðir fótbóltsleikarar kunnu gerast enn betri, um testir gerast ein vanligur partur av venjingunum.

- Hetta er ein praktisk brúkarabók til fótbóltsvenjarar og fólk annars, sum arbeiða við fótbólti. Bókin er skrivað á einum løttum máli, soleiðis at einum ikki nýtist at hoyra til fótbóltselituna fyri at skilja tað, sum greitt verður frá í bókini, sigur Magni Mohr. Í bókini verða ymiskar testir lýstar, hvussu tær skulu gerast, og hvussu úrslitini kunnu brúkast.

- Hetta eru testir, sum hava ein vísindaligan uppruna, tað vil siga, at tær eru kannaðar og staðfestar sum testir, ið kunnu siga nakað um evnini hjá tí einkulta leikaranum at prestera innan tey ymsu økini í fótbólti, sigur Magni Mohr, sum heldur, at føroyskir fóbóltsvenjarar og spælarar í størri mun áttu at brúkt testir sum part av venjingunum.

- At gera testir er rættiliga einfalt, tað krevur ikki dýra útgerð, tekur ikki langa tíð, og harafturat órógvar tað ikki venjingina stórvegis. Tískil átti tað í størri mun enn nú verði nýtt innan føroyskan fótbólt.

Í bókini er eitt nú ein sokallaður ratinglisti, sum ein kann nýta til at samanbera síni egnu úrslit við úrslitini hjá bestu fótbóltsleikarunum í heiminum.

- Tølini kunnu siga nakað um, hvar ein leikari er sterkur og veikur í mun til tað, hann skal gera á vøllinum. Um tað verður testað breitt, soleiðis sum vit viðmæla, so ber til at gera góðar profilanalysur av leikarunum. Hesar profilanalysurnar eru neyðugar og kunnu verða rættiliga avgerandi, tá til dømis venjarar leggja fótbóltsdystir til rættis.

Bókin Fitness Testing in Football kemur út á altjóða marknaðin, og til ber at fáa meir at vita um bókina á heimasíðuni www.soccerfitness.com


Rannvá G. Fossaberg
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Fáa fýra ferðir…

Fíggjarliga loysir tað seg væl at skipa fyri stórum ítróttarkappingum…

FM í fimleiki…

Í dag klokkan 16 verður føroymeistarakapping fyri gentur, kvinnuunglingar og…

Tóku 12 dopingroyndir…

Í fjør vórðu 12 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum.…