Rólant Waag Dam
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Eftir sjónvarpsmyndunum at døma, so vóru næstan líka nógvir fjepparar hjá EB/Streymi við Margáir sum tað vóru fjepparar hjá Gandzasar kring leikvøllin í Armenia, tá seinni Euro League dysturin millum liðini bæði varð spældur.
Um 100 fjepparar høvdu leitað sær til Margáir í Streymnesi, har dysturin millum Gandzasar og EB/Streym varð vístur á tveimum stórskíggjum. Spenningurin var øgiligur, men tá teir seinastu fýra minuttirnir av yvirtíðini vóru av, vóru tað nakrir vónbrotnir fjepparar, sum fóru heim til nátturða.
Lagið var annars gott í hálvleikinum, tá støðan framvegis var málleys. Tá varð dúgliga prátað, meðan fleiri litrar av kaffi fóru niðurum. Eftir dystin gjørdist tað friðarligt við Margáir, og fjeppararnir vóru eins vónbrotnir og leikararnir í Armenia. Hjá leikarunum eigur tað tó at vera ein uggi, at stuðulin heima í Føroyum er so stórur til ein dyst sum henda, har umleið 100 fjepparar savnast at stuðla teimum.
Sí myndafrásøgn frá Margáum í dag.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|---|
| 1 | KÍF | 24 | 709 | 560 | 149 | 39 |
| 2 | H71 | 24 | 641 | 574 | 67 | 33 |
| 3 | VÍF | 24 | 692 | 621 | 71 | 30 |
| 4 | StÍF | 24 | 598 | 570 | 28 | 25 |
| 5 | Kyndil | 24 | 619 | 618 | 1 | 24 |
| 6 | Neistin | 24 | 583 | 626 | -43 | 17 |
| 7 | Team Klaksvík | 24 | 520 | 793 | -273 | 0 |
Næsta grein: Zlatan og Thiago Silva til PSG