Donsk málmanslegenda skal hjálpa føroyska landsliðnum

Tróndur Arge
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

sportal.fo » Fótbóltur
Sunnudagur 5. august 2012 - 05:04

FSF hevur sett fyrrverandi Brøndbymálverjan Mogens Krogh í starv sum málmansvenjari hjá A-landsliðnum. Avtalan er galdandi restina av hesum árinum

Fyrireikingarnar til komandi HM-undankapping hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum eru av álvara byrjaðar, og um smáar tvær vikur spælir føroyska landsliðið venjingardyst ímóti Íslandi. Dysturin verður spældur í Reykjavík mikudagin 15. august, klokkan 19:45.

Sum liður í fyrireikingunum til dystirnar ið standa fyri framman, hevur Fótbóltssamband Føroya gjørt samstarvsavtalu við fyrrverandi stórspælaran og málverjan hjá Brøndby, Mogens Krogh, skrivar heimasíðan hjá FSF. Avtalan inniber, at Mogens Krogh verður málmansvenjari hjá A-landsliðnum, og í fyrstu atløgu er avtalan galdandi restina av hesum árinum.

Mogens Krogh er føddur 31. oktober 1963, og er sostatt 49 ára gamal. Fyrstu árini spældi Mogens Krogh við Ikast FS, men tá Brøndby í 1991 seldi Peter Schmeichel til Manchester United, gjørdist Mogens Krogh málverji hjá Brøndby, har hann spældi til 2002. Umframt 464 dystir fyri Brøndby IF og fimm donsk meistaraheitir, hevur Mogens Krogh eisini spælt 10 A-landsdystir fyri Danmark.

Fyrsti HM-undankappingardystur hjá Føroyum í hesum umfarinum, verður á útivølli ímóti Týsklandi fríggjadagin 7. september. Ein góðan mánað seinni, fríggjadagin 12. oktober, kemur Svøríki á vitjan í Føroyum, og týsdagin 16. oktober tekur føroyska A-landsliðið ímóti Írlandi á Tórsvølli.



Hondbóldur Atlantic Airways Deildin
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 24 709 560 149 39
2 H71 24 641 574 67 33
3 VÍF 24 692 621 71 30
4 StÍF 24 598 570 28 25
5 Kyndil 24 619 618 1 24
6 Neistin 24 583 626 -43 17
7 Team Klaksvík 24 520 793 -273 0