Danskt gull í HM-svimjing

Deil á Facebook
Fríggjadagur 29. juli 2011 - 13:20

Danska Jeanette Ottesen vann í dag gull í 100 metrar frísvimjing í heimsmeistarakappingini í Shanghai. Kappingin var sera spennandi, ja, so spennandi, at Jeanette Ottesen og hvítarussiska Aliaksandra Herasimenia fingu hvør sítt gullmerki. Tær báðar komu á mál við tíðini 53,45 sekund. Tað var 0,04 sekund seinni enn norðurlendska metið, sum Jeanette Ottesen setti í HM-kappingini í Rom fyri tveimum árum síðani.

Jeanette Ottesen svam eisini í 100 metrar firvaldssvimjing fyrr í vikuni, men endaði á 11. plássi, so sigurin í dag var kærkomin.


Árni Joensen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Magnus Jákupsson tók…

17 ára gamli Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag svimur væl…

Tey svimja í…

FM-svimjararnir løgdu bragdliga fyri og settu nøkur met í morgun,…

Trý nýggj met…

FM í svimjing fór av bakkastokki í svimjihøllini í Gundadali…