Danmark í finaluni

Deil á Facebook
Fríggjadagur 27. januar 2012 - 19:10

Danmark er annað liðið, sum fer á vøllin at spæla finalu í EM-hondbóltskappingini í Serbia. Tað er greitt, eftir at Danmark fyri løtu síðani vann 25-24 á Spania eftir hálvleiksstøðuna 12-10 til Danmark.

Danir høvdu takið á spaniumonnum tað mesta av seinna hálvleiki, men tá 12 minuttir vóru eftir at spæla, komu spaniumenn upp á javnleik 19-19. So fylgdust liðini, so í 57. minutti stóð á jøvnum 23-23 og í 58. minutti 24-24. Men so var tað, sum at Fortuna enn eina ferð var við dønum í hesari kappingini. Fyrst datt spanski málmaðurin, so Mikkel Hansen fekk skorað til 25-24. So mistu spaniumenn bóltin útum, og í sjálvum endanum vildu spaniumenn vera við, at teir áttu eitt brotskast, sum teir ikki fingu.

Hvørjum danir skulu møta, fá vit at vita í kvøld, tá Serbia og Kroatia fara at fystast um hitt finaluplássið.


Árni Joensen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Kári Nielsen gevst…

Eftir at hava ført H71 til meistaraheitið fyri aðru ferð,…

Soleiðis er at…

Nú verður skjótt møguligt at síggja teir stóru fótbóltsdystirnar í…

Ársins spælari heldur…

Hóast fyrispurningar frá øðrum feløgum, so hevur Filip Jovic longt…