Danmark best í Evropa

Deil á Facebook
Sunnudagur 29. januar 2012 - 18:25

Danska manslandsliðið í hondbólti er evropeiskur meiatari. Danmark vann fyri løtu síðani EM-finaluna ímóti vertunum úr Serbia við 21 málum ímóti 19. Sostatt fekk venjarin, Ulrik Wilbek, rætt, tí undan kappingini segði hann, at tað danska liðið var nóg sterkt til at vinna EM.

Í steðginum vóru danir á odda 9-7, og teir hildu seg frammanfyri allan dystin. Teir seinastu minuttirnir vóru rættiliga spennandi, tí munurin bleiv ongantíð størri enn tvey ár.

Hetta er aðru ferð, at Danmark vinnur evropameistaraheitið í manshondbólti. Hjá serbum var finalan harafturímóti tann fyrsta nakrantíð.


Árni Joensen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Kári Nielsen gevst…

Eftir at hava ført H71 til meistaraheitið fyri aðru ferð,…

Soleiðis er at…

Nú verður skjótt møguligt at síggja teir stóru fótbóltsdystirnar í…

Ársins spælari heldur…

Hóast fyrispurningar frá øðrum feløgum, so hevur Filip Jovic longt…